send link to app

Bíbliuappin


4.8 ( 208 ratings )
图书 参考
开发 iSolveIT ApS
自由

Bíbliuappin hjá Føroyska Bíbliufelagnum.

Bíblian er heimsins mest lisna bók og verður tí eisini kallað Bókanna bók. At síggja til líkist hon øðrum bókum, men kanna vit gjøllari, síggja vit, at hon er heilt ólík øðrum bókum

Grundin til tað er, at Bíblian er ikki ein bók, men nógvar bøkur, 66 til samans. Orðið “Bíblia” er grikskt og merkir bók. Vit kenna eisini orðið “bibliotek”, ella bókasavn, og sigast kann, at Bíblian er eitt bókasavn

Bøkurnar eru sera ymiskar, t.d. eru lógir, søgur, kensluborin skaldskapur, orðtøk, dagbøkur, sálmar og brøv at finna í Bíbliuni.Bíblian er í tveimum pørtum, Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti. Í Gamla Testamenti eru 39 bøkur og í Nýggja Testamenti eru 27 bøkur. Í fyrstuni vóru tær elstu skriftirnar í Bíbliuni sagdar munn av munni frá ættarliði til ættarlið. Men so við og við vórðu tær skrivaðar niður

Mong ymisk fólk hava skrivað Bíbliuna. Tað er ikki lætt at siga, hvussu gamlar kristnu skriftirnar eru, og tey, ið royna at seta árstøl á, eru ójøvn á máli. Hildið verður, at tær elstu skriftirnar eru skrivaðar um ár 1000 f.Kr


Í hesi appini eru: Dahl/Viderø Bíblian, Nýggi Sáttmálin, og Matteusar evangeliið frá 1823